Áh, brøður, komið í Jesu navn

Orð: Marius Absalonsen
Lag: C.E.F. Weyse

1. Áh, brøður, komið í Jesu navn!
Vit segl nú seta og akker hiva,
og kós vit seta til Himmalhavn,
mangt dýrt um hana er sagt og skrivað.
Og Jesus sigur,
hann er vár friður,
hann er vár friður
og okkum biður
seg líta á,
seg líta á.

2. Minst til, við okkum Gud Harrin er!
Og betri maður ei tekur róðrið;
hann storm og bylgjur í hondum ber,
hann hevur víst, at hann er hin stóri;
hann vegin greiðir,
hann æru eigur,
hann æru eigur,
sum okkum leiðir,
til Himmalin,
til Himmalin.

3. Farvæl vit heiminum hava sagt
og øllum, hann hevur innan borða;
men, brøður, biðið og haldið vakt,
at einki okkara ferð skal forða!
Tá mest um geldur,
Guds lyfti heldur,
Guds lyfti heldur,
um royndareldur
enn logar hátt,
enn logar hátt.

4. Kann henda, ferðin gerst tung og long,
kann henda við, at hon skjótt er endað;
men, bróðir, tonk um hin gleðisong,
sum hoyrast skal, tá vit heima lenda!
Tá opnast fongsil,
tá svinnur trongsil,
tá svinnur trongsil,
tá endar longsil
í Himlinum,
í Himlinum.

FavoriteLoadingGoym tekstin