Áh, at byrja við tær, tú, mín Jesus, tað er

Orð: Lina Sandell
Lag: Wilhelm Theodor Söderberg
Týtt: Jákup Olsen

1. Áh, at byrja við tær, tú, mín Jesus, tað er
leiðin tann, ið eg ganga vil á!
Áh, at byrja við tær, tað tú læri meg her,
so at aldri eg gloyma tað má,
at vera og blíva tín egin! –

2. Áh, at byrja við tær, í títt heilaga navn,
eina tað hevur frelsu í sær!
Tak meg tætt inn at tær, í tín trúfasta favn,
har er trygd, har er skýli hjá mær,
um stormarnir ýla umkring meg!

3. Áh, at byrja við tær, tað er leiðin, ið ber
móti lívsins, tí æviga stað!
Halt meg reinan, hvønn dag, eg enn liva skal her,
í tí blóði, sum niður hin dag
á krossinum rann, Harri Jesus!

4. Áh, at byrja við tær – eitt eg biði aftrat:
Lat meg enda hvønn dagin við tær!
Og tá tíð mín er úti, í friði meg lat
fara burtur at síggja teg, har
sum aldri eg frá tær skal skiljast!

FavoriteLoadingGoym tekstin