Áh, eg minnist ein dag

Orð: Beverly Francis
Lag: John B. Bryant
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, eg minnist ein dag
og ein einsligan stað,
har í sveitta á sólheitum veg
undir pínu og neyð
og til kvølfullan deyð
fór ein maður – tað var fyri meg!

2. Síggj ein tornkrýndan mann –
áh, mín sál, sært tú hann? –
Undir mínari byrði og neyð!
Tó hann meinslaður er,
og tó krossin hann ber,
fer hann upp á hin einsliga heyg.

3. Hoyr, teir negla hann fast!
Og hvør nerva, sum brast,
í hans hjarta so pínufult skar;
krossin reisa teir tá,
fjøldin hyggur hann á,
og teir háða og spotta hann har.

4. Fellur myrkur á vøll,
rivna heyggjar og fjøll,
og eitt róp hoyrist, eymkiligt, sárt;
og hans hjarta, tað brast,
vreiðin rámti hann fast
og hitt æviga vónloysi várt.

5. Ja, hann andaðist har,
og hann gravlagdur varð –
áh, hann leið fyri teg, fyri meg!
Men hann upp aftur stóð,
deyðans veldi hann sló,
legði okkum til lívið ein veg.

Niðurlag: Áh, tað rørir mítt sinn,
og mær vætast vil kinn,
tá hin einsliga heyggj eg kann sjá!
Tað var har, tað var har,
at hann krossfestur varð,
so at meg eingin plága skal ná!

FavoriteLoadingGoym tekstin