Áh, eg veit eitt land, langt frá jarðarinnar stríð

Orð og lag: Kaleb Johnson
Týtt úr svenskum: Líggjas á Váli
Upprunaheiti: O jag vet ett land / Underbara land

1. Áh, eg veit eitt land, langt frá jarðarinnar stríð
við ta vøkru strond, sólin skínur ævigt frí.
Áh, mær leingist hagar, Jerúsalem, til tín,
ævigt trygga bústað mín.

Niðurlag: Undurfulla land, áh, mær leingist eftir tær,
á tí gyltu strond kærir vinir bíða mær.
Mangan eg í andanum hoyri teirra gleim,
ynskja mær vælkomnan heim.

2. Nú eg skoði landið so undurfult í trúgv,
har er jú vár framtíð, har er várt rætta búgv,
hagar er vár tráan frá sorg og møði her,
leiðin okkum heimá ber.

3. Fremmandur eg eri í hesi myrku verð,
heimstað várt er har, sum vár Harri Jesus er,
bert ein stokkut stund her við vitnisburði, song,
síðan hvíldartíðin long.

4. Jarðarinnar óljóð er ævigt burtur tá,
í míns Faðirs húsi eg hvíluna skal fá.
Ja, eg gangi fram, hóast nógv her forðar mær.
Takk, Gud, skjótt eg eri har.

FavoriteLoadingGoym tekstin