Áh, ein undurfull umskifting var tað hjá mær

Orð: Rufus Henry McDaniel
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, ein undurfull umskifting var tað hjá mær,
tá Jesus í hjarta mítt kom!
Tað varð ljós í tí sál, har sum myrkt áður var,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

Niðurlag:
Tá Jesus í hjarta mítt kom,
tá Jesus í hjarta mítt kom –
gleði, ljós fylti tað,
ja, mín sál, hon varð glað,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

2. Eg sum vrakið á havinum longur ei dreiv,
tá Jesus í hjarta mítt kom;
og mín synd, sum var stór, hon øll av tváað bleiv,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

3. Mær varð givin ein vón, sum er grundað og føst,
tá Jesus í hjarta mítt kom;
og tann ivi svann burtur, sum píndi mítt bróst,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

4. Ja, í deyðskuggans dali rann ljós upp tann dag,
tá Jesus í hjarta mítt kom;
eg í trúnni fekk skoða hin æviga stað,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

5. Mær varð tryggjað eitt bústað hjá Harranum har,
tá Jesus í hjarta mítt kom;
og mær givin varð hvíld fyri stríðið, eg bar,
tá Jesus í hjarta mítt kom.

FavoriteLoadingGoym tekstin