Áh, glaða stund, tá eg fekk sjá

Orð: Philip Doddridge
Lag: Ron Jones
Týtt: Brynleif Hansen

1. Áh, glaða stund, tá eg fekk sjá,
at ein og hvør kann frelsu fá,
sum bert á Harran Jesus trýr;
tá kemur hann og hjá tær býr.

Niðurlag: Áh, glaða stund, eg lívið fann,
tí Jesus yvir deyða vann.
Hann lærdi meg
at søkja seg
og ferðast glaður fram mín veg.
Halleluja,
glaða stund, ja, glaða stund,
tá eg fekk lív og frið í lund.

2. Hann segði mær, tá frið eg fekk,
at hann við mína síðu gekk.
Bert hetta eina boðið var:
Tak krossin upp og fylg tú mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin