Áh, gleðihátíð søt

Orð: Edward Denny
Lag: Hans Georg Nägeli
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, gleðihátíð søt!
Hvør náði stór tað er
at njóta hetta breyð og vín
og minnast Harran her!

2. Nú, Harri, sjálvur kom
og okkum kenna lær
tann kærleik, sum í Faðirs tíns
og tínum hjarta var!

3. Her samvitskan fann frið,
og trúgvin gleðir seg
við, hvussu søtt, áh, lívsins breyð,
tað er at minnast teg!

4. Tað blóð, sum hin dag fleyt,
í minninum vit sjá;
tín Andi vitnar okkum í,
at frelst vit vórðu tá.

5. Og er tað tá so stórt
ein forsmakk njóta bert,
hvat verður tað tá, Harri, teg,
at síggja, sum tú ert!

6. Ja, teg at skoða í
fullkomileika har,
á náði tína undrast tá
í ævir nær hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin