Áh, Harri Krist, hvør mildur tú

Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Harri Krist, hvør mildur tú
tó okkum higar kallar nú!
Vit koma sameint her til tín
at minnast teg við breyð og vín.

2. Tú setti okkum stevnu her,
og sjálvur tú til staðar er;
tí minnast vit nú, sum tú beyð,
tín kærleika, tín beiska deyð.

3. So stórur var tín kærleiki,
at tú teg sjálvan ofraði
og doyði í tíns óvins stað –
tað minnast vit við tøkk í dag.

4. Nú við tíns Faðirs høgru lið
tú tínum gevur fullan frið;
hjálp okkum tí av hjartans grund
at minnast teg í hesi stund!

FavoriteLoadingGoym tekstin