Áh, Harri Krist, mín Frelsari

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: William Henry Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Harri Krist, mín Frelsari,
tú gavst teg fyri meg,
til krossins deyð frá trónuni
tú lýðin boygdi teg!

2. Har uppi friður, gleði var,
har kendi tú ei neyð,
men her á jørð bert møtti tær
sorg, ótøkk, pína, deyð.

3. Hvat kundi, Harri, fáa teg
so djúpt at stíga tá
og ganga henda tronga veg
og hanga trænum á!

4. Teg dreiv tín stóri kærleiki,
tín kærleiki til mín
og syndatrælir eins og meg,
sum bóru hat til tín.

5. Tú komst at vitna um vár Gud,
og at hann góður var,
at vinna syndatrælum lut
í ljósins ríki har.

6. Tí fyllist nú mín sál og ond
av tøkk og prís til tín,
sum loysti míni trælabond,
bart lív og frið til mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin