Áh, Harri Krist, at minnast teg

Orð: Bernard úr Clairvaux
Lag: Thomas Hastings
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Harri Krist, at minnast teg
er søtt og signað fyri meg!
Men søtari enn alt tó er,
at tú ert sjálvur staddur her.

2. Áh, Jesus, søta sálartroyst,
lívskelda góð, í hjartað oyst,
sum onnur gleði ei kann ná
og stígur upp um alla trá!

3. Ei muður hetta mæla kann,
so føgur orð ei nakar fann;
bert tann, sum sjálvur royndi tað,
hann kennir Jesu kærleika.

4. Áh, Krist, tann kærleiki, tú ber,
hann sterkari enn deyðin er!
Tú komst og eina brúður vann,
men fyri hana blóð títt rann.

5. Áh, Kristus, klára rættferðsól,
vár borg, vár klettur, lívd og skjól!
Hvør elskuligt títt minni er,
hvør dýrt at møtast við tær her!

FavoriteLoadingGoym tekstin