Áh, Harri, tá eg minnist teg

Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Harri, tá eg minnist teg,
tín stóra kærleika,
tá fyllir sterkur longsil meg,
skjótt tína dýrd at sjá!

2. Og um eg enn í heiminum
má ganga eina tíð
á einum trongum tornaveg
ígjøgnum sorg og stríð.

3. Eg eigi tó ein sælan frið,
tá bert eg minnist teg;
tín undurfulli kærleiki
til lovsong vekur meg.

4. Mítt lív, mítt ljós, mítt himmalbreyð,
mín klettur, skjøldur mín,
mín troyst, mín lætti, hjálp í neyð,
mín kraft, mítt gleðivín!

5. Hjálp mær, mín Harri, Frelsari,
tær trúfast fylgja her
ta stuttu stund, inntil at eg
teg síggi, sum tú er!

FavoriteLoadingGoym tekstin