Áh, heimland, áh, heimland

Orð: Lucy R. Meyer
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, heimland, áh, heimland!
Ei einslig hjørtu har,
ei ótti og ei angist,
ei grátur er í tær;
sum lítla barnið grætur
at vera móður hjá,
:,: so leingist mínum hjarta,
áh, heimland, teg at sjá! :,:

2. Áh, heimland, áh, heimland!
Har hvíld eg finna skal,
har suffið tunga tagnar,
har hoyrist ei farvæl;
nei, ljóð av kendum røddum
og lovsong heilagan
:,: eg hoyri søtt at fylla
hin staðin signaðan. :,:

3. Áh, heimland, áh, heimland!
So tunt hitt tjaldið er,
títt ljósa summar skilir
frá hesi køldu verð.
Hvør stuttur andadráttur,
hvørt einstakt hjartaslag
:,: mær føra kann í eygsjón
tín glans, tín bjarta dag. :,:

4. Áh, heimland, áh, heimland!
Við portrið stendur hann,
hin fagrasti av øllum,
hann, sum mær lívið vann,
at føra sína brúður
inn í sín ljósa stað,
:,: og í hans kærleiksfavni
mín sál skal hvíla glað. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin