Áh, himmalska sæla! Tú, Jesus, ert mín;

Orð: Francis Bottome
Lag: William B. Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, himmalska sæla! Tú, Jesus, ert mín;
nú óttin er burtur, tí eg eri tín;
í fullari vissu við sælastu troyst
eg syngi um frelsu, tí sál mín er loyst!

Niðurlag:
Áh, syng um hans kærleika,
syng um hans kærleika,
syng um hans kærleika,
kærleika hans!

2. Áh, himmalska sæla, áh, frelsandi blóð!
Hvør søkkir mín sál seg nú djúpt í ta flóð!
Hin streymurin reyði, hann tváaði meg,
so reinur, áh, Gud, fyri tær standi eg!

3. Áh, himmalska sæla, áh, gleði fullgóð!
Hvørt sálarsár grøðir tað, Frelsarans blóð,
hvørt sorgarfult hjarta hjá honum fær troyst,
har hvíla í friðarleys bróst verður oyst.

4. Áh, Jesus, tú krossfesti, æran er tín,
at lívið og friðurin, náðin er mín!
Úr deyðanum loystur, við lívi í pakt
eg lovi tíns kærleika frelsandi makt.

FavoriteLoadingGoym tekstin