Áh, hin dýra, glaða søga

Orð: Fanny Crosby
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The story must be told

1. Áh, hin dýra, glaða søga
um Guds stóra kærleika
og um, hvussu Jesus doyði
og vann lív til okkara,
at hann vilsta lambið søkir,
at hin deyði lív kann fá –
lat hin boðskap greitt nú hoyrast,
tí hin søga sigast má!

Niðurlag: Hin søga sigast má,
hin søga sigast má!
Hann doyði fyri syndarar,
hin søga sigast má!

2. Áh, hin søga, dýr og signað,
sum av einglum sungin varð,
at ein Frelsari frá Gudi
nú er føddur tær og mær!
Áh, hin søga dýr um krossin,
sum hann leið og bløddi á,
um hans deyða og hans uppreisn –
jú, hin søga sigast má!

3. Áh, hin undurfulla søga!
Hvørt eitt orð ber lív í sær;
tað er vón og lív og frelsa
fyri hvønn, tað hoyra fær.
Mátti greitt nú fram tað komið,
so hin troytti ljósið sá,
og hin søkjandi fekk vissu –
ja, hin søga sigast má!

FavoriteLoadingGoym tekstin