Áh, hin ríka, fría frelsa

Orð: Mary D. James
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, hin ríka, fría frelsa,
náðidjúp, sum ómált er,
kelda rein, sum aldri tornar,
undurfult, hon flýtur her!

Niðurlag: Hon flýtur her,
hon flýtur her,
undurfult, hon flýtur her,
kelda rein, sum aldri tornar,
undurfult, hon flýtur her!

2. Undurfulla Harrans miskunn,
at ein syndari sum eg
skuldi smakka slíka náði,
kenna slíkan lívsins veg!

3. Jesus, eg títt navn tilbiði,
vitni um tín kærleika!
Hvar mín fótur stígur, lat meg
vitna frítt um náðina!

FavoriteLoadingGoym tekstin