Áh, hoyr hin glaða boðskap

Orð: Julia Sterling (Fanny Crosby)
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Whosoever calleth

1. Áh, hoyr hin glaða boðskap,
sum ljóðar fjart og nær,
at fulla, fría frelsu
hvør syndari nú fær!
Tað er hitt sannleiksorðið:
Hvør sál skal frelsu fá,
sum trúgva vil á Jesus
og kallar navn hans á.

Niðurlag: Hvør og ein, sum kallar,
hvør og ein, sum kallar,
hvør og ein, sum kallar
á hans navn, frelsast skal.

2. Tit sálir, tit, sum ganga
í synd og myrkri her,
enn náðiljósið skínur
í hesi myrku verð!
Nú opna hjartað, vinur,
og tú skalt kenna fá,
at eingin fer fortaptur,
sum kallar navn hans á!

3. Tit troyttu, tyngdu hjørtu,
sum stríða, strevast enn,
áh, nú er tíð at gevast,
kom, trúgv, og frelsu kenn!
Kom, trúgv á navnið Jesus!
Tað er hin trygga havn;
tí hvør og ein skal frelsast,
sum kallar á hans navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin