Áh, eg hugsi um landið, sum Jesus mær vann

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: J.A. Hultman, John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, eg hugsi um landið, sum Jesus mær vann,
sum á kvøldi mítt eyga skal sjá!
Men tá eitt sinn av náði eg síggja skal hann,
skal eg stjørnur í krúnuna fá?

Niðurlag: Skal eg stjørnur í krúnu, í krúnuna fá,
tá á kvøldi mín sól fer í kav?
Tá eg vakna skal har,
áh, mín Gud, nær hjá tær,
skal eg stjørnur í krúnuna fá?

2. Í hans kraft lat meg vakja og stríða í bøn,
vinna sálirnar fyri hann her,
at eg stjørnur í krúnu kann fáa í løn,
tá hans lovsong hvør muður fram ber!

3. Áh, hvør dýrt tað vil vera at síggja hann har;
bera livandi skattir til hann!
Áh, ja, dupult mín gleði í gullstaðnum varð,
um í krúnuni stjørnur eg fann!

FavoriteLoadingGoym tekstin