Áh, hvør myrk hin nátt, í hjarta mínum var

Orð: Mrs. W.G. Moyer
Lag: Isaac H. Meredith
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, hvør myrk hin nátt, í hjarta mínum var!
Syndahavið villa ýldi har,
tá ið Harrin kom í fjórðu náttarvakt,
gjørdi ljóst og stilt við síni makt!

Niðurlag: Vegin út til krossin gekk hann fyri meg,
ja, fyri meg, ja, fyri meg,
vegin út til krossin gekk hann fyri meg
og doyði fyri meg.

2. Skelvandi, ein syndari eg kom til hann,
kendi ei, hvat náði gera kann,
hoyrdi eina rødd so milda: Óttast ei!
Fyri teg, júst teg, eg deyðan leið.

3. Undurfulli kærleiki, hann vísti mær,
at hann niður steig til krossin har,
at hann eina stríddi út hitt tunga stríð –
hans er æran nú og alla tíð!

FavoriteLoadingGoym tekstin