Áh, hvør signað er tann hugsan

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: I’ve a home beyond the river

1. Áh, hvør signað er tann hugsan,
mitt í lívsins stríði her:
Heimland mítt er handan ánna,
har eg flyti einaferð.

Niðurlag: Heimland mítt er handan ánna,
gyltur staður bíðar mær.
Heimland mítt er handan ánna,
søtt, at Jesus verður har.

2. Skjótt hvør møðsom rás er gingin,
sig frá hesum, vak og bið;
nakrar fáar, fleiri royndir,
so vit koma heim til frið!

3. Sæla stund at síggja staðin
og ta fjøld av frelstum har,
sælast tó at skoða Jesus,
takkarsong og prís hann fær.

4. Eftir allar heimsins royndir,
eftir mangan sorgarskúr,
skal har trygd og gleði valda
innan fyri jaspismúr.

5. Og um illgongd enn er gøtan
og av dimmum dølum full,
vil eg leiðina tó ganga,
ein dag verður hon til gull.