Áh, hvør signað, at frelsa varð vunnin

Orð: Gustav Abrahamsen
Lag: Stephen C. Foster, Lars Søraas
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, hvør signað, at frelsa varð vunnin,
tá ið Jesus á Golgata hekk,
at hin reinsandi flóðin er runnin
úr teim sárum, hin heilagi fekk!
Hetta offur er mín gleði,
nú eg ferðist á fold eina tíð;
náttin myrka er víkt fyri degi,
deyðans ásjón er still nú og blíð.

2. Her á foldum varð hvílan ei funnin
til mítt troytta og syndtyngda bróst,
mangan vónloysistár eru runnin,
áðrenn Frelsari mín gjørdi ljóst;
tó eg eftir lukku søkti,
eina fáfongd og ófrið eg fann,
alt bert ivan og sorgina økti –
inntil dagur í sálini rann.

3. Nú við gleði um Jesus eg syngi,
hann er mín, hann í ævir er mín!
Eg í stormi eitt skjól havi fingið,
hann meg tekur í tjaldið til sín;
eg kann fegnast allan dagin
í tí frælsi, sum Jesus mær vann,
burt svann deyðin, og lív kom í staðin,
og mítt hjarta nú tilbiður hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin