Áh, hvør stórt at trúgva á Jesus

1. Áh, hvør stórt at trúgva á Jesus, hann, ið ungur er,
í tí ljósu, glaðu barnatíð,
áðrenn syndaeitrið sálarlívinum skaða ger,
hvíla Jesu eymu ørmum í !

Niðurlag: Áh, hvør stórt at trúgva á Jesus, hann, ið ungur er,
og at tala um hans dýra navn!
Tá so barnatíð og barnaspæl frá okkum fer,
hvílir sálin í tí tryggu havn.

2. Áh, hvør stórt at lýða Jesus, hann, ið ungur er
og at kenna tá hans søta frið!
Táið sinnið fyrst av synd og vantrúgv markað er,
tá er tungt og trekt at venda við.

3. Áh, hvør stórt at tæna Jesusi, hann, ið ungur er,
til hans akrar skunda sær avstað!
Hvussu lítið enn tað er, ein fyri Jesus ger,
vil hann hundrað ferðir løna tað.

4. Áh, hvør stórt at vænta Jesus, hann, ið ungur er!
Skjótt hann kemur, tekur síni heim.
Hann skal gleða síni elskaðu, ið grótu her,
og ein hvítan klædning geva teim.

FavoriteLoadingGoym tekstin