Áh, hvør vinur er ei Jesus

Orð: Joseph Medlicott Scriven
Lag 1: Charles Crozat Converse
Lag 2: John S. Wiseman
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: What a friend we have in Jesus

1. Áh, hvør vinur er ei Jesus,
hann, sum sorgir várar bar!
Stóri forrættur at bera
alt til Gud og hvíla har!
Áh, tann frið, vit mangan sakna,
áh, eitt tómt og ónýtt stríð,
tí vit ei av fullum hjarta
søkja Gud – og eina tí!

2. Ert tú freistaður og royndur,
er alt fløkt og myrkt hjá tær?
Aldri mást tú missa mótið,
far í bøn til Harran, far!
Tað, sum hjarta títt kann níva,
er ei ov smátt fyri hann;
ber tað fram og statt so stillur!
Tú skalt sjá, hann vil og kann.

3. Ert tú tyngdur, troyttur, veikur,
myrkrið tætt og stongd hvør leið?
Enn tú hevur tó ein útveg:
Bið, áh, bið og troyttast ei!
Svíkja vinir teg og háða?
Bið til Gud av hjartans grund!
Hann í sínum kærleiksfavni
bera vil teg hvørja stund.

FavoriteLoadingGoym tekstin