Áh, Jesus! Æran øll er hans

Orð: Edward Perronet
Lag 1: William Shrubsole
Lag 2: James Ellor
Lag 3: Oliver Holden
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: All Hail the Power of Jesus’ Name

1. Áh, Jesus! Æran øll er hans,
hvør eingil, prís fram ber!
Ber fram hin gylta kongakrans,
og krýn hann, krýn hann, krýn hann,
hann, sum Harrin er!

2. Krýn hann, tú vitnisflokkur, sum
títt blóð lætst flóta her!
Ger navn hans høgt í Himlinum,
og krýn hann, krýn hann, krýn hann,
hann, sum Harrin er!

3. Tú Ísraels útvalda ætt,
tú leivd, sum navnið ber,
rís upp og tilbið navn hans rætt,
og krýn hann, krýn hann, krýn hann,
hann, sum Harrin er!

4. Útvalda lið av tjóðunum,
í huga altíð ber
ta skál, hann drakk á krossinum,
og krýn hann, krýn hann, krýn hann,
hann, sum Harrin er!

5. Av hvørji ætt og hvørji tjóð
á heimsins ringi her,
nú berið fram eitt lovsongsljóð,
og krýn hann, krýn hann, krýn hann,
hann, sum Harrin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin