Áh, Jesus, heilt til endan

Orð: John E. Bode
Lag: Samuel S. Wesley
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Jesus, heilt til endan
eg ynski tæna tær!
Mín Meistari og Harri,
ver tú mær altíð nær!
Eg skal ei óttast stríðið,
um tú mær stendur hjá,
ei burt av vegnum villast,
um tú mær leggur ráð.

2. Ja, ver mær nær, áh, Harri!
Tí verðin hvílir ei;
og tað eg síggi, hoyri,
meg villa vil av leið;
og Satan á meg herjar;
og holdið í mær er,
men kom tú nær, áh, Jesus,
kom og mín skjøldur ver!

3. Áh, kom og stilla stormin
sum forðum sjónum á,
lat eginviljan tagna
og holdsins lyst og trá!
Áh, tala til at tykta,
at ugga, stilla meg,
og fá tú meg at hoyra,
mín sálarvaktari!

4. Áh, lat meg duga stíga
í tíni fótaspor!
Mín eina vón í stríðnum
er Andi tín og orð;
meg kalla, drag og styðja,
til tú av trónuni
meg nevnir og mær fagnar,
mín vinur, Frelsari!

FavoriteLoadingGoym tekstin