Áh, Jesus, mær leingist at vera tær nær

Orð: James L. Nicholson
Lag: William G. Fisher
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Jesus, mær leingist at vera tær nær,
at vera í sambandi altíð við tær!
Brót niður hvønn falsgud, í hjartanum stóð,
kom, tváa meg hvítan, ja hvítari enn snjó!

Niðurlag:
Hvítari enn snjó,
ja, hvítari enn snjó,
kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó!

2. Lat einki vanheilagt í mær fáa frið,
hitt blóð, sum meg frelsti, lat reinsa meg við!
Ei ov dýr kann keypast hin signing so góð –
kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó!

3. Áh, hjálp mær at boyggja meg djúpt fyri tær,
kom, sløkk hvønn ein hugmóðsins neista í mær!
Um svárt mangt enn tykist, eg ofri tað tó,
kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó!

4. Áh, Jesus, kom, reinsa mítt hjarta og sinn,
kom, lívga mín anda, før friðin her inn!
Tú koyrdi ei burt tann, sum bíðandi stóð –
kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó!

FavoriteLoadingGoym tekstin