Áh, Jesus, nógv meir undurfull

Orð: Ókendur
Lag: William Henry Havergal
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: O, Jesus, langt mer underfuld

1. Áh, Jesus, nógv meir undurfull
tín dýrd og æra var
enn dýrir steinar, perlur, gull,
sum forðum Áron bar!

2. Fyrst fyri seg hann ofraði –
tí reinur hann ei var –
men tú, sum aldri syndaði,
ei offur nýttist tær!

3. Og við hitt altar árliga
av nýggjum blóðið rann;
men okkum frelsu æviga
tín eini deyði vann.

4. Og hinir prestar doyðu jú
og skiftu manga ferð;
men eins og Melkizedek tú
í ævir prestur er.

5. Á hvørjum ári presturin
við djórablóði gekk
í halgidómin høga inn –
og onga frelsu fekk.

6. Men, Kristus, tú títt egna blóð
í halgidómin bar,
og henda offurgáva góð
ein ævig reinsan varð!

7. Tú livir altíð, og tú ert
vár prestur enn í dag
og forbøn fyri okkum gert –
við tøkk vit minnast tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin