Áh, Jesus, opna tú mítt eyga

Orð: Lina Sandell
Lag: Heinrich Pfeil
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: O Jesus, öppna du mitt öga

1. Áh, Jesus, opna tú mítt eyga,
at eg mín ríkdóm síggja kann.
Ein Faðir nú, í lívi, deyða,
:,: eg eigi, og meg elskar hann. :,:

2. Eg eigi Talsmann við Guds síðu,
sum altíð varðar, troystar meg.
Eg eigi náðiflóð ta víðu,
:,: sum himmalhválvið strekkir seg. :,:

3. Eg eigi Frelsara, sum leiðir
í gjøgnum synd og freisting her.
Hann hvørja lívsins kreppu greiðir.
:,: Hann troyst og gleði til mín ber. :,:

4. Eg eigi ríki, himmalskt ríki,
tá lívið er at enda her,
ein bústað, sum ei finst hans líki,
:,: sum Jesus mær til reiðar ger. :,:

5. Um mangt í heiminum meg tyngir,
og ivi, vantrúgv plága meg,
so frøir hetta meg og yngir,
:,: at Kongsins brúður eri eg. :,:

6. Ein dag í Himli eg skal syngja
hin nýggja song, tú lærdi meg,
tá „Lambið verdigt er“ skal ringja,
:,: og eg tilbiði, æri teg. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin