Áh, Jesus, signa hetta heim

Orð: John Withy
Lag: William Henry Havergal
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Lord Jesus, let Thy favour rest upon this bond of love

1. Áh, Jesus, signa hetta heim
og hesa kærleikspakt,
lat kennast greitt, at yvir teim
títt friðarorð er sagt!

2. Tú himmalbrúðgómur, tín veg
lat vera teirra við,
og lat í tær tey gleða seg
og hjá tær finna frið!

3. Tey gjørdust eitt í náðini,
ger tú tey sameint so,
at felags trúgv og kærleiki
um frið kann bera boð!

4. Ja, gjøgnum hvønn ein lívsins dag,
í sorg og gleði við,
lýs, Harri, yvir hetta stað
tín kærleik og tín frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin