Áh, Jesus! Søt tey tár, eg græt

Jógvan við Keldu
Lag: William Henry Havergal, Jógvan við Keldu
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Jesus! Søt tey tár, eg græt
við krossin tín á knæ,
tá tína sorg eg sá, og at
í mín stað bart tú tað!

2. Mítt hjarta blotnar, tá títt blóð
eg síggi renna har;
tá vitnar náðirødd tín góð,
at fyri meg tað var.

3. Tí fyri gudleys doyði tú,
ja, syndarar sum meg,
og Andi tín ber vitni nú,
at frelstur eri eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin