Áh, Jesus, títt navn er eitt virki

Orð: Lina Sandell
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Jesus, títt navn er eitt virki,
eitt skýli hin sorgtunga dag,
í deyða ein bjargandi styrki –
áh, visti øll verðin bert tað!
Títt navn er ein salva, sum grøðir
mítt hjarta, so fátækt og sært,
tað leskar, tá lívið meg møðir,
og styðjar, tá stríðið er hart.

2. Áh, Jesus, títt navn mær í sinni
sum krystal lat skyggja hvønn dag!
Við tí kveikist gleðin har inni,
burt ófrið og kvøl rekur tað;
í trygd skal tað navnið meg bera
um land og um brúsandi sjó;
í tí bert eg sterkur kann vera –
og doyggi eg, livi eg tó.

FavoriteLoadingGoym tekstin