Áh, Jesus, títt navn er í vanda eitt virki

Orð: Lina Sandell
Lag: Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Jesus, títt navn er í vanda eitt virki,
mín keppur, mín stavur, mín verndarborg góð,
mót helsótt ein lívsdrykkur, veikum ein styrki,
áh, visti, ja, visti hvør sál hetta tó!

2. Títt navn er ein salva, sum linar og grøðir,
sum stillar mítt særda og líðandi sinn,
títt navn er mín styrki, tá stríðið meg møðir,
mín hjálp er tað, gangi eg út ella inn.

3. Títt navn er ein klettur í freistingartíma,
eitt torn, har meg fíggindin ikki kann ná,
eitt ljós, tá ið dagurin tekur at skýma,
ein kelda, har livandi vatn er at fá.

4. Ja, eg havi roynt tað í sálini míni,
hitt navn hevur lívgandi megi í sær,
tað stillaði ófriðin, loysti úr pínu
og burtur úr deyða og dómi meg bar.

5. Um navn títt, hitt dýra, skal syngja mítt hjarta,
áh, Jesus, so leingi eg enn eri her,
inntil eg í himmalska ljósinum bjarta
skal síggja og sanna, hvør lovvert tað er.

6. Hitt navnið, tað enn skal meg verja og varða,
meg reisa av falli og leiða meg her;
tí navninum veri alt prís og øll æra!
Áh, Gud, ger tað stórt, sum av sonnum tað er!

FavoriteLoadingGoym tekstin