Áh, Jesus, tú ert mín

Zacharias Zachariassen
Orð: Anna Hudson
Lag: R. Frank Lehman
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Áh, Jesus, tú ert mín,
so søtt er hetta mær,
títt navn hálovað er,
míns hjartans lovsong fær.

Niðurlag:
Mín, mín, mín,
eg veit, tú ert mín,
Frelsari kæri,
eg veit, tú ert mín.

2. Tú elskar syndarar –
og eg júst eri ein,
men frelstur varð eg tó,
tá náðisólin skein.

3. Mítt hjarta gripið varð
av tíni kærleikssrødd,
og tá tú talaði,
varð sjúka sál mín grødd.

4. So lat meg prísa tær,
nú tú ert vorðin mín,
títt orð ei lúgva kann,
eg veit, eg eri tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin