Áh, Jesus, tú meg elskaði

Orð: Símun P. Djurhuus

1. Áh, Jesus, tú meg elskaði,
tú doyði fyri meg,
tú tók mítt plass í dóminum,
mín synd fall øll á teg!

2. Mítt skuldarbræv er kvittað har
hin dag á krossins træ,
mín synd er søkt í djúpa hav,
títt orð mær sigur tað.

3. Sum tíðin gongur, lívið fer,
ver skjøldur mín og borg,
um djúpan dal og høgan tind,
í gleði og í sorg!

4. Hjálp mær at vitna um tann kross,
har Satan sligin varð,
um blóð títt, Jesus, reinsandi,
sum runnið hevur har!

5. Skjótt heimlandið og bústaðin
eg nú ein dag skal sjá,
og eg við frelstum uttan tal
teg fult tilbiði tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin