Áh, Jesus, tú mín Frelsari og Harri

Orð og lag: Åge Samuelsen
Týtt: Svenning av Lofti

1. Áh, Jesus, tú mín Frelsari og Harri,
so ríklig náði tín og miskunn er.
Eins og Maria eg tær komi nærri
til føtur tínar – hetta hvíld mær ber.
Mín Frelsari, títt kæra navn eg teski,
úr hjartadýpinum eg prísi tær.
Mín Jesus, inniliga eg teg elski,
tín náðisól nú lýsir fyri mær.

2. Nú fjaldur eri eg í tíni náði,
títt Orð er vorðið fóti mínum ljós.
Í royndarstundum nýggja kraft eg fái,
tín Andi leiðir meg á lívsins kós.
Lat altíð eldin mær í barmi brenna,
tín kærleik fylla lat meg dag um dag,
so eg kann læra onnur teg at kenna
og sál mín tæna tær við ídni glað.

3. Mítt ynski er at vera tær til gleði,
at tæna tær og lýsa øðrum veg.
Takk, at tú gevur kraft á lívsins vegi
at lýsa sum ein stjørna fyri teg.
Tú ert mítt lív, mín sigurskraft og megi,
mín lovsongur á royndarkendu ferð,
inntil eg hitti teg á dýrdardegi
og síggi teg, mín Jesus, sum tú er.

FavoriteLoadingGoym tekstin