Áh, kæri Gud og Faðir

Orð: Hans Wang
Lag: Hans Leo Hassler

1. Áh, kæri Gud og Faðir,
eg komi nú til tín!
Tú veitst, ið hvat mær bagir,
tú kennir sonin tín;
eg vesaldóm og veikleik
og armóð eigi bert,
men tú í tíni náði
kanst gera veikt til sterkt.

2. Tú hevur latið skriva,
og hetta stendur fast,
at orðið títt skal liva,
um jørð og himmal brast;
Gud, lat tú hetta orðið
nú lýsa fyri mær,
so eg við hjartans gleði
í øllum takki tær!

3. Eg leggi sál og anda
í hendur tínar her,
í Orðinum man standa,
at tú øll tíni ber.
Og hetta er mín friður,
og hann skal halda á,
at tann, sær til tín vendir,
hann altíð hjálp skal fá.

4. Tað er so gott at kenna
seg trygt í Harrans hond,
tað er so gott at vita
seg hava Harrans Ond,
sum leiðir mínar føtur
inn á hin besta veg,
hará eg trygt kann ferðast,
inntil eg síggi teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin