Áh, kanst tú liva uttan Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: Johannes Beck
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Hur kan du leva utan Jesus?

1. Áh, kanst tú liva uttan Jesus,
tann vin, sum aldri svíkur teg,
tó alt á jørð kann doyggja, følna
og áðrenn kvøld umskifta seg?
Ja, kanst tú gleðast, læa, syngja
og ikki kenna Jesu navn,
og kanst tú bera dagsins byrði
og eiga onga sálarhavn?

2. Býr ikki djúpt í tínum hjarta
eitt róp um lukku, frið og ljós,
og sært tú ei á mongum stundum,
at vónleys er til síðst tín kós?
Var ei á tínum bestu løtum,
á lívsins føgru summartíð
í hjartanum ein longsil eftir
tí friði, Guds børn gleðast í?

3. Og kendi tú ei djúpast inni
ein tosta, sum ei sløkkjast kann
í nøkrum lívsins ljósa dreymi,
í nøkrum, sum á fold tú fann?
Sig, hoyrdi tú á náttarvøku
ei mangan Hirðans eymu rødd:
Eg doyði fyri teg at frelsa,
lat upp, áh, sál, so troytt og mødd!

4. Tín tunga, svára syndabyrði,
áh, tyngdi hon ei mangan teg,
og sært tú ei Guds dóm og vreiði,
tá Jesus gekk hin krossins veg?
Og hevur tú ei skilt tað gjølla,
at tú Guds lóg ei halda kann,
at øll tín vón í lív og deyða
er blóðið, sum á krossi rann?

5. Áh, kanst tú liva uttan Jesus?
Í honum Gud tín Faðir er;
hann grøðir tíni sár og lyftir
av tær ta byrði, sum tú ber.
Hann stillar hjartans djúpa longsil,
og sálin andar frí og sæl,
ja, drekkur tú av lívsins keldu,
tú aldri aftur tysta skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin