Áh, kom tó til Jesus og trúgv á hans navn

Orð: Fanny Crosby
Lag: Hubert P. Main
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: There is pardon for you

1. Áh, kom tó til Jesus og trúgv á hans navn!
Hann hjarta títt vil gera nýtt;
hann bíðar við náði,
áh, kom í hans favn,
hoyr frelsunnartilboðið frítt!

Niðurlag: Ja, her er náði til tín,
ja, her er náði til tín!
Guds Sonur jú fyri teg doyði;
í honum er náði til tín.

2. Tí syndaraleiðin, hon førir til deyð,
og aftaná dómurin er;
hví vilt tú tá vraka ta náði, hann beyð,
nú hond hans er rætt til tín her!

3. Áh, flýggja úr vanda og kom til hans kross!
Tín einasta frelsa er har;
hygg upp, síggj Guds Son doyggja har í títt pláss,
og frelsunnar vissu tú fær!

FavoriteLoadingGoym tekstin