Áh, Kristus, vit nú minnast

Orð: James G. Deck
Lag: Samuel S. Wesley
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, Kristus, vit nú minnast
ta beisku kvøl, tað stríð,
sum nívdi teg, tá hin dag
tú søkk Guds vreiði í!
Í deyðans vøtnum doyptur
tú vart, tá tú títt blóð
lætst flóta fyri okkum,
í vár stað dømdur stóð.

2. Teg eitt sinn syndin nívdi,
tí eru vit nú frí;
og nú tú upp ert risin,
vit skulu liva tí.
Sum lívsins fyrstagrøði
tú deyðans portur vann,
so dómur, grøv og deyði
ei okkum skaða kann.

3. Við tær vit doyðu, Harri,
og risu upp við tær,
vár sál nú, fyri okkum,
við hásætið teg sær,
frá syndini og Satan
tú hevur okkum loyst,
vit prísa tær, Guds Sonur,
várt lív, vár vón, vár troyst!

FavoriteLoadingGoym tekstin