Áh, kundu á tíðarhavi

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hanus G. Johansen

1. Áh, kundu á tíðarhavi
vit akker kastað ein dag
tá vit hava eydnuna vunnið
so hon ikki rýmdi avstað

2. Tíðin, legg tínar veingir
saman bert hesa stund
meðan eg sælur kyssi
mítt sólfagra ástarsprund

3. Og løtan hin signaða, ríka
á kvirru, ástheitu nátt
áh, lat meg í kossinum doyggja
tá hvíli eg æviga gott

FavoriteLoadingGoym tekstin