Áh, lær meg betur kenna teg

Orð: James Hutton
Lag: William H. Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, lær meg betur kenna teg,
Guds reina Lamb, sum gekk
ta tungu leið og frelsti meg,
tá tú á krossi hekk!

2. Sig mær, hvør djúpur, ið hann er,
tann kærleiki, tú bart,
sum førdi teg til jarðar her,
tú, sum so høgur vart!

3. Áh, at eg einki rokna má
tað, eg á foldum fann,
og ikki hava aðra trá
enn tað, í tær eg vann!

4. Ja, skriva tað í hjartað her,
set innsigli á meg,
at eg, hvør veikt ið enn tað er,
kann aftur elska teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin