Áh, lýð tú á ljóðið frá tónleiki lívsins

Orð og lag: William J. Gaither (ørindi 1–3) og Zacharias Zachariassen (ørindi 4)
Týtt: Zacharias Zachariassen (ørindi 1-3)
Upprunaheiti: We have this moment

1. Áh, lýð tú á ljóðið frá tónleiki lívsins:
Barnasongur og spæl, fagur ljómur og lag.
Halt í hond mína, glað vit um teigarnar renna
– vit minnast, hvat hendi í dag!

Niðurlag: Tí vit hava løtuna, dagin í dag,
eins og sandur úr hondini rann hon avstað.
Gjárdagur fór, morgindagin vit kenna ei,
men løtuna hava vit „NÚ“!

2. Veiku rødd eg nú hoyri frá dóttrini rópa
á „mammu“ at siga, hvat hon hevur sæð,
og har sonurin lítli í brekkuni rennur
– alt verður ei júst sum í dag!

3. Blídlig orð, favnatøk og ein drekkamunn góðan
og ein, sum um gáttina støkka teg bað.
Hav tey kær, halt teim nær og ei bíða til morgins
at ynskja tær dagin í dag!

4. Ja, hugsa um lívið, sum skjótt er at enda,
millum fingrarnar tíðin sum sandurin fer!
Trúgv á Jesus í dag, bíða ei til í morgin,
í dag gylta høvið jú er!

FavoriteLoadingGoym tekstin