Áh, mín sál veit eitt stað

Orð og lag: Nicholas L. Ridderhof
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, mín sál veit eitt stað,
mangan vitji eg tað,
eg við stúran og sorg hagar flýggi,
har hjá Jesusi eg
her á sorgtungum veg
ljós í ljósi frá Harranum síggi!

Niðurlag:
Undir hans veingjum – mín sál hvílir har;
undir hans veingjum er friður hjá mær;
undir hans veingjum meg Harrin vælsignar,
har heilsubót hjartað fær.

2. Ja, eitt skýli eg fann,
og har fara eg kann,
tá ið vandi og sorgir meg hótta;
undir veingjunum har,
tá ið myrkast her var,
fekk eg neyðina, sorgina bøtta.

3. Hetta lívsæla stað –
aldri kuldin nær tað,
har í stormi mær líva hans veingir;
har er hvílan mær blíð,
um so freisting og stríð,
um so fíggindin hart á meg treingir.

4. Tostin sløktur er nú,
Jesus, keldan er tú,
hon, ið lívsvatnið sál míni gevur;
og hans lívgandi orð,
sum eg fekk við hans borð,
ævigt stillað mær svongdina hevur.

5. Skjótt so tekur hann meg
her av einsligum veg
heim í ævirnar hjá sær at vera;
og við tráan eg nú
bíði eftir, at tú
skalt meg heim, burt úr sorgunum bera.

FavoriteLoadingGoym tekstin