Áh, eg minnist væl hin dag

Orð og lag: Elisha A. Hoffman
Týtt: Jákup Olsen

1. Áh, eg minnist væl hin dag,
aldri kann eg gloyma tað,
tá ið dagur í sálini rann,
tá mín synd, so tung og stór,
alt, ið tá meg nívdi, fór
mær frá hjartanum burtur og svann!

Niðurlag:
Har við krossin tað var,
har mín Jesus eg fann,
tað var har, mín fótur fekk fasta grund;
tá mítt trúareyga sá
hann, sum doyði krossi á,
øll mín syndaskuld svann tá – sæla stund!

2. Eg í svørtum myrkri gekk,
einki ljós eg síggja fekk,
hvar eg royndi, hvør leið var mær stongd;
ongan frið mítt hjarta fann,
ei mín tunga byrði svann –
áh, so stór var mín neyð og mín trongd!

3. Nú er sál mín frí og glað,
tí eg fekk at síggja tað,
at mín skuld goldin var við hans blóð;
tí er endað øll mín neyð,
og mín synd, sum blóð so reyð,
burtur er og mín sál hvít sum snjó.

4. Vinur, tyngja byrðar teg?
Kom tú henda sama veg,
og títt hjarta skal kenna Guds frið!
Onnur eiga frið við Gud,
onnur eiga henda lut –
kom, áh, sál, tú skalt eiga hann við!

FavoriteLoadingGoym tekstin