Áh, morgun, tú, hvørs fyrsta ljós

Orð: Isaac Watts
Lag: William Gardiner, Purcell J. Mansfield
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, morgun, tú, hvørs fyrsta ljós
Guds Son, mín Harra, sá
við kraft og sigur risnan upp
úr grøvini, hann lá!

2. Í sveipi í tí stillu grøv,
har lá mín loysnari,
inntil hin triði dagur kom,
hin dagur útvaldi.

3. Ja, deyði, grøv og Helviti
har royndu halda tær,
men skjótt tú teirra leinkjur sleit,
tá tímin komin var!

4. Vit syngja prís títt, Frelsari,
sum oyddi deyðans makt!
Øll tøkk, øll æra veri tín,
ei helt tær grøv, ei vakt!

5. Tilbiðjan vit nú bera til
vár sigurríka Kong.
Øll Guds børn bera honum fram
ein søtan takkarsong.

FavoriteLoadingGoym tekstin