Áh, náði, rík og dýrabar

Orð: John Newton
Lag 1: Amerikanskt fólkalag
Lag 2: John Foster
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Amazing grace

1. Áh, náði, rík og dýrabar,
ið frelsti meg, eitt vrak.
Tá vilstur eg og blindur var,
Gud myrkrið burtur rak.

2. At óttast náðin lærir meg,
men fryktin flýggja má.
Hvør søt var náðin, fyrsta eg
í trúnni Jesus sá.

3. Í snerrum og á vandaveg,
men tryggur higartil.
Tað náðin var, ið leiddi meg,
og heim meg leiða vil.

4. Tá prís vit sungið hava har
í Himli, túsund ár,
tá skal tað tykjast, sum tað var,
vit byrjaðu í gjár.

FavoriteLoadingGoym tekstin