Áh, náði, sum ei sleppir mær

Orð: George Matheson
Lag 1: Albert L. Peace
Lag 2: John Bunyan Herbert
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: O love that wilt not let me go

1. Áh, náði, sum ei sleppir mær!
Mín troytta sál fann frið í tær;
tak, leið tú meg, sum tú best sær,
at náði tín kann føra meg
til meir at kenna teg!

2. Áh, ljós, sum fylgir míni leið!
Hitt rak, sum reyk, tú sløkti ei;
títt ljós ígjøgnum meg útbreið,
og dýrdina, sum er frá tær,
lat skyggja út frá mær!

3. Áh, gleði, har sum grátur rann!
Áh, lukka, at mín sál teg fann!
Ígjøgnum tár eg síggja kann
ta náði trúfasta, sum brátt
í dag skal venda nátt.

4. Áh, krossur, tú, sum lyftir meg!
Frá tær ei flýggja tori eg,
men leggi niður fyri teg
alt annað rós og rósi mær,
áh, krossur, bert av tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin