Áh, orð, av øllum dýrast

Orð: Mrs. James G. Johnson
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, orð, av øllum dýrast,
áh, orð, sum í sær ber
alt ljós, og sum kann loysa
hvønn dapran spurning her!
Í angist, myrkri, iva,
tá hjartans trongd var stór,
hitt Jesu kom! eg hoyrdi,
og til hans kross eg fór.

2. Sál, vilt tú ikki koma
til slíkan vin sum hann,
ið tekur tína byrði
og frið tær geva kann?
Sig ei: Eg kann ei standa,
eg falla aftur má!
Hann frelsir, og hann halda
tær skal sær sjálvum hjá.

3. Hvar skalt tú annars finna
í myrkrinum eitt svar!
Hvar enn tú vilt tær venda,
bert fáfongd eygað sær;
nei, hoyr ta rødd, sum sigur:
Kom, hvílu gevi eg!
Og við hans kross tú skoðar
ein greiðan lívsins veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin