Áh, sæla havn Guds heiløgu

Orð: Ókendur
Lag 1: Ókendur
Lag 2: Leivur Guttesen
Týtt úr enskum: Victor Danielsen

1. Áh, sæla havn Guds heiløgu,
áh, dýra hvíldarstað!
Í tí ei sorgin eigur rúm,
ei stúran kennir tað.

2. Eitt ævigt vár og summar søtt
har allar ævir er,
og blómur fagrar vaksa har,
ei líkar nøkrum her.

3. Ei sól, ei máni nýtist tá,
og eingin stjørna bjørt;
tí Kristus ævigt lýsir teim,
og burt svann náttin svørt.

FavoriteLoadingGoym tekstin