Áh, sæla stund, tá sálin mín

Orð: Philip Doddridge
Lag 1: Edward Francis Rimbault
Lag 2: Ron Jones
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: O happy day that fixed my choice

1. Áh, sæla stund, tá sálin mín
fekk síggja, Jesus, kærleik tín!
Væl má mítt hjarta syngja hátt
um teg, mín Harri, dag og nátt!

Niðurlag: (Áh,) sæla stund, (áh,) sæla stund,
tá Jesus doyði fyri meg!
Hann pláss mítt tók í deyðanum,
hann pláss mítt tók í dóminum; (halleluja!)
sæla stund, (áh,) sæla stund,
tá Jesus doyði fyri meg!

2. Gjørt er hitt mikla kærleiksverk
og slitin deyðans leinkja sterk;
tað gjørdi Gud til Faðir mín,
hann dró meg sjálvur nær til sín.

3. Her troytta hjartað friðin fann,
her sálin særda hvíla kann;
frá honum einki skilir meg,
sum meg til deyðan elskaði.

4. Eg syngi, Harri, nú um teg
tann song, tú sjálvur lærdi meg,
til eg við frelstum uttan tal
hin nýggja songin syngja skal!

FavoriteLoadingGoym tekstin