Áh, sál mín, lova Harranum

Orð: Thomas Sternhold
Týtt: Victor Danielsen

1. Áh, sál mín, lova Harranum,
og alt, sum í mær er,
áh, vakna, gev hans navni prís,
og honum tøkk fram ber!

2. Vælsigna navn hans, áh, mín sál,
og gloym hans náði ei!
Óuppiborna signing hann
læt fylgja tíni leið!

3. Hann alla tína synd tók burt,
og tær hann góður var,
og alla sjúku, sorg og neyð
hann víkja læt frá tær.

4. Frá grøv hann loysti lív títt út,
tær vísti lívsins veg;
hans kærleiki, hans náði eym
og miskunn krýna teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin